Turkaland: Kurdar hava ábyrgdina av atsóknini

Turkaland: Kurdar hava ábyrgdina av atsóknini
Spreingingin í Istanbul kravdi seks mannalív, og 81 fólk vóru særd
22 fólk er tikin í sambandi við atsóknina í Istanbul í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.11.2022 - 08:37

Turkaland skuldsetur ein kurdiskan bólk fyri at hava ábyrgdina av eini bumbuspreinging í Istanbul í gjár, sum drap seks fólk og særdi 81.

- Vit hava varhugan av, at boðini um atsóknina komu úr Kobane.

Tað sigur Suleyman Soylu, innanríkisráðharri í Turkalandi, sambært Reuters.

Býurin Kobane har norðuri í Sýria, nærindis turkiska markinum. Har hava seinastu árini verið samanbrestir ímillum kurdiska YPG-herin og turkiskar deildir.

Innanríkisráðharrin sigur, at 22 fólk higartil eru tikin í málinum, skrivar Reuters.

Suleyman Soylu, sigur, at maðurin sum skipaði fyri atsóknini, ferðaðist ígjøgnum býin, Afrin, sum liggur í norðursýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114