Biden biður um umbering

Biden biður um umbering
Amerikanski forsetin bað um umbering fyri, at USA tók seg úr París-veðurlagsavtaluni
Joe Biden bað í gjár um umbering fyri, at USA tók seg úr París-veðurlagsavtaluni
Mynd: Savnsmynd: Ritzau/Scanpix  
 
12.11.2022 - 11:07

Forestin í USA, Joe Biden bað í gjár um umbering fyri at USA tók seg úr París-veðurlagsavtaluni.

Hetta gjørdi hann, tá hann tók orðið á COP27 veðurlagsráðstevnuni, sum í hesum døgum er í Sharm el-Sheik í Egyptalandi.

Tað var undanfarni forsetin Donald Trump, sum tók USA úr París-avtaluni, tí hann helt, at avtalan fór at skaða amerikanska búskapin, men eitt av fyrstu tingunum Biden gjørdi eftir at hann tók við forsetaembætinum, var at binda USA aftur til París-avtaluna. 

USA hevur sett sær sum mál, at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum við 50-52 prosentum innan 2030.

- Sum forseti fyri USA eri eg sannførdur um, at vit fara at náa okkara málum innan 2030, segði Biden eisini í taluni.

USA er tað landið í heiminum, sum útleiðir næst-mest av vakstrarhús-gassum. Bert Kina dálkar meira enn USA, skrivar heimasíðan hjá danska kringvarpinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835