Vunnu og taptu

Vunnu og taptu
Føroysku hondbóltskvinnurnar vunnu seinna dystin ímóti Kosovo, men megnaðu allíkavæl ikki at spæla seg víðari til næsta umfar í HM-undankappingini
Kosovo og Føroyar. Kosovo vann samanlagt.
Mynd: HSF.  
 
06.11.2022 - 10:10


Føroysku hondbóltskvinnurnar vunnu seinna dystin ímóti Kosovo, men megnaðu allíkavæl ikki at spæla seg víðari til næsta umfar í HM-undankappingini.

Í gjár vunnu Føroyar 29-28, eftir at tað hevði staðið á jøvnum í hálvleikinum, men tað var ikki nóg mikið til at bøta um samlaðu støðuna, tí Kosovo vann 29-26 í fyrra dystinum, sum var hóskvøldið.

Føroyar høvdu í gjárkvøldið møguleika at vinna við teimum kravdu trimum málunum, og kvinnurnar vóru bæði í fyrra og seinna hálvleiki á odda við júst trimum málum, men kláraðu ikki at halda tørn.

Tá ið ein minuttur var eftir, komu Føroyar upp á 29-27 og fingu vart so frægt, at enn ein møguleiki fekst at koma upp á 30-27, men í staðin varð bólturin søplaður burtur, og Kosovo kundi fáa síðsta málið í dystinum.

Veddingarfyritøkurnar høvdu Føroyar sum favoritt bæði hóskvøldið og í gjárkvøldið, men tann leiklutin megnaði liðið ikki at liva upp til, og tað skyldaðist fyrst og fremst, at verjuspælið ongantíð bleiv nóg gott.

Bestu føroysku málskjúttar í gjárkvøldið vóru Marianna Geirsdóttir Eystberg og Jana Mittún við seks málum í part.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109