Fyrsta fetið ímóti HM-undankapping skal takast í kvøld

Fyrsta fetið ímóti HM-undankapping skal takast í kvøld
Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum spælir í kvøld fyrra HM play-off dystin ímóti Kosovo. Málið er pláss í undankappingini
 
03.11.2022 - 11:45

Í kvøld skal føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum spæla fyrsta dystin í royndini at koma í HM-undankappingina.

Talan er um fyrra play-off dystin ímóti Kosovo, sum byrjar klokkan 18.30. 

Seinni dysturin verður leygardagin.

Formliga hava Føroyar heimavøll í kvøld, men báðir dystirnir verða spældir í Istog í Kosovo.



Nýtt play-off umfar upp á spæl

Verða Føroyar omaná samanlagt eftir dystirnar ímóti Kosovo, skal nýtt play-off umfar spælast ímóti landi, sum er hægri styrkismett. Hesir dystir verða spældir í apríl næsta ár.

Føroyar spældu tveir venjingardystir ímóti Íslandi sum liður í fyrireikingini til play-off dystirnar ímóti Kosovo. Teir endaðu báðir við fimm máls tapi. 

Turið Arge Samuelsen, sum telist millum royndastu spælararnar á liðnum, er ikki við til dystirnar ímóti Kosovo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109