Váttað: Hákun West av Teigum til Füchse Berlin

Váttað: Hákun West av Teigum til Füchse Berlin
Oddaliðið í týsku hondbóltsbundesliguni, Füchse Berlin, váttar nú, at føroyski landsliðsvongurin, Hákun West av Teigum, spælir við felagnum næsta ár
Hákun West av Teigum
Mynd: Skanderborg Aarhus á Facebook  
 
02.11.2022 - 12:10

"Ein ungur føroyingur kemur til Füchse Berlin."

Soleiðis skrivar oddaliðið í týsku bundesliguni í hondbólti á heimasíðuni í sambandi við, at felagið kunnger, at tað hevur keypt 20 ára gamla føroyska landsliðsvongin Hákun West av Teigum frá Skanderborg-Aarhus í Danmark. 

Tað hevur í eina tíð nú verið at hoyrt, at Hákun West av Teigum skuldi til týska felagið, men nú er tað so endaliga váttað. 

Við heimasíðuna hjá Füchse Berlin sigur Hákun West av Teigum:

"Tað er sjálvandi spennandi at flyta til Füchse Berlin, og eg gleði meg ordiliga nógv til at spæla við felagnum, men eisini at búgva í Berlin. Stigatalvan vísir, at Füchse Berlin er eitt av toppliðunum í Bundesliguni. Eg gleði meg eisini til at fáa nógvar nýggjar og góðar liðfelagar, ið kunnu hjálpa mær at mennast persónliga."

Høvuðsvenjarin hjá Füchse Berlin, Jaron Siewert, gleðir seg at fáa Hákun West av Teigum til felagið.

"Vit fáa ein ungan og ágrýtnan spælara, sum longu hevur víst, hvørjir menningarmøguleikar eru í honum. Eg eri vísur í, at vit fáa ein spælarar, ið tráar eftir at sleppa framat at spæla, men sum eisini veit, at tað er kapping um plássini á liðnum."

Füchse Berlin og danska felagið hjá Hákun West av Teigum, Skanderborg-Aarhus, bresta saman í Europa League-kappingini seinni í ár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109