Betri Banki hækkar eisini rentuna

Betri Banki hækkar eisini rentuna
Fríggjadagin boðaði BankNordik frá hækkingum, og nú er tað so Betri Banki, sum kunnger sínar
 
01.11.2022 - 14:37

Betri Banki boðar nú eisini frá, at rentur á summum kontum hækka.

Eftir at evropeiski miðbankin í farnu viku boðaði frá rentuhækking, var væntandi, at føroysku bankarnir fóru at gera tað sama. 

Fríggjadagin boðaði BankNordik frá hækkingum, og nú er tað so Betri Banki, sum kunnger sínar.

Betri Banki hækkar innlánsrenturnar við upp til 0,60 prosentstigum og útlánsrenturnar við upp til 0,50 prosentstigum. 

Broytingarnar koma í gildi 1. desembur í ár.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109