Lula vann forsetavalið í Brasil

Lula vann forsetavalið í Brasil
Lula da Silva, sum eisini var forseti í landinum frá 2003 til 2010, sigur, at hann fer at royna at savna landið
Lula da Silva vann forsetavalið í Brasil í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
31.10.2022 - 08:19

Fyrrverandi brasilski forsetin, Lula da Silva, vann forsetavalið í gjár á Jair Bolsonaro, sum hevur verið forseti seinastu árini.

Lula da Silva var eisini forseti frá 2003 til 2010.

Munurin var lítil. Silva fekk 50,9 prosent av atkvøðunum og Bolsonaro 49,1 prosent.

Lula lovaði fólkinum, at hann fer at royna at savna landið og at beina allar ósemjur av vegnum.

 

Verja Amazon-økið

- Eg fari at leiða landið fyri tey 215 milliónir fólkini í landinum og ikki bert fyri tey, sum hava atkvøtt fyri mær, segði da Silva.

Lula da Silva lovaði eisini at verja Amazon-økið, tí tað hevur avgjørdan týdning fyri alt lív á jørðini, og hann segði seg ætla at seta strong tiltøk í verk.

Tað er beint tvøturímóti tí, sum sitandi forsetin, Bolsonaro, hevur virkað fyri. Líka síðani hann tók við sum forseti í 2019, hevur hann roynt at fáa ferð á virksemið í Amazon-økinum, og fyri tað hevur hann fingið hvassar atfinningar.

 

Jair Bolsonaro, forseti, á vali í gjár. Hann fekk 49,1 prosent av atkvøðunum og tapti forsetvalið. (Mynd Ritzau Scanpix)

Var tørnaður inn

Jair Bolsonaro hevur ikki viðgingið, at hann tapti valið. Hann var tørnaður inn, vóru boðini úr leguni hjá honum.

Fríggjakvøldið segði hann, at hann fór at góðkenna úrslitið, um hann fekk færri atkvøður enn Lula.

Valið hevur serligan týdning fyri Lula da Silva, tí til 2019 sat hann fongslaður fyri svik. Hann sat í næstan tvey ár fyri at hava fingið pening frá einum byggifelagi. Men dómurin var ógildaður, og Lula var latin leysur.

77 ára gamli Lula tekur við sum forseti í Brasil 1. januar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369