491 heimleys í Grønlandi

491 heimleys í Grønlandi
Tilsamans 491 fólk eru heimleys í Grønlandi, vísir ein teljing, sum er gjørd í summar. Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.
Bjarke Ørsted/Ritzau Scanpix
 
30.10.2022 - 14:36

Fólk hava ferðast í ellivu bygdum og býum kring landið, har tey hava vitjað herberg og støð, har hugsandi var, at heimleys hildu til.

293 liva í sokallaðum “ósjónligum heimloysi”, tí tey gista um næturnar hjá vinum, familju og á herbergum.

183 liva hinvegin í sokallaðum “sjónligum heimloysi”, tí tey sova úti á gøtuni, undir fríum himni, í túnum, á herbergum, í tómum bygningum ella í tjøldum.

Frágreiðingin um heimloysi í Grønlandi ger vart við, at tað kunnu vera uppaftur fleiri fólk, sum liva sum “ósjónlig heimleys”.

356 av teimum heimleysu eru menn og 135 kvinnur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114