- Tíðindi, mentan og ítróttur
Víkingur basti KÍ og vann steypafinaluna
Víkingur tók øll og KÍ á bóli og spældi eina framúrskarandi steypafinalu, sum liðið úr Eysturkommunu vann uppiborið.
Víkingur hevði størstu málmøguleikarnar í dystunum, tí bæði toppskjúttin í bestu mansdeildini í ár, Sølvi Vatnhamar, og Andrias Lava Olsen brendu.
Tað skuldi eitt ivasamt brotsspark til fyri at tryggja Víkingi sigurin.
Ivasamt brotsspark
Innskifti Martin Klein tóktist vera rangstaddur, tá ið hann stakk av stað frá KÍ-verjuni.
Komin inn í brotsteigin, royndi Martin Klein at spæla bóltin innfyri, og á vegnum rakar bólturin hondina á Odmari Færø.
Og tá ið dysturin skuldi avgerast, var tað Sølvi Vatnhamar, ið legði bóltin á brotsteigarblettin og knúlvaði hann upp í hornið.
Ein sigur fyri felagsskapin
Tað var ein rørdur Jóhan Petur Poulsen, venjari hjá Víkingi, ið kundi staðfesta, at unga lið hansara hevði vunnið steypafinaluna.
"Hetta er ein sigur fyri felagsskapin," segði toftamaðurin, ið er venjari hjá Víkingi.
"Eg eri errin av dreingjunum í kvøld," legði hann afturat.
Bárður stórbjargaði
KÍ hevði eisini góðar støður, men verjan hjá Víkingi og málverjin, Bárður á Reynatrøð, spældu ársins besta dyst.
Serliga eyðsýndir vóru miðverjarnir, Gunnar Vatnhamar og avloysarin hjá Atla Gregersen, Arnbjørn Svensson.
Besta møguleikan hjá KÍ fekk høgri bakkur, Jóannis Kalsø Danielsen, í yvirtíðini, men Bárður á Reynatrøð stórbjargaði.
KÍ – Víkingur 0-1 (0-0)
0-1: Sølvi Vatnhamar br 87.
Dómari:Dagfinn Forná
KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Jesper Brinck, 89.), Heini Vatnsdal, René Shaki Joensen (Patrick da Silva, 60.) – Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen (Jonn Johannesen, 89.) – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Claes Philip Kronberg (Deni Pavlovic, 77.(Valerijs Sabala, 89. )
Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Patrick da Silva, Deni Pavlovic, Jesper Brinck, Jonn Johannesen, Valerijs Sabala, Anders Sølvsten Holvad
Gult kort: Claes Philip Kronberg, Deni Pavlovic, Odmar Færø
Venjari: Mikkjal K. Thomassen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen (Ari Olsen, 67.), Gunnar Vatnhamar, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Noah Mnenéy, Géza Dávid Túri –Olaf Bárðarson (Ingi Jonhardsson, 71.), Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Andreas Lava Olsen (Martin Klein Joensen, 84.)
Á beinkinum: Hans Jákup Arngrímsson, Signar á Brúnni, Martin Klein Joensen, Ingi Jonhardsson, Finnur Justinussen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Ari Olsen
Venjari: Johan Petur Poulsen