Nógv viðlíkahald á Musikkskúlanum

Nógv viðlíkahald á Musikkskúlanum
Meirilutin í Tórshavnar býráð samtykti at geva Musikkskúlanum 2,2 mió. í eykajáttan
Musikkskúlin í Havn brúkti meira pening enn játtað í fjør, tí nógv viðlíkahaldsarbeiði var at gera.
 
28.10.2022 - 08:17

Musikkskúlin í Havn brúkti góðar 2,5 mió. kr. meira í fjør enn hann fekk játtað.

Meirnýtslan svarar til 29 prosent. Serliga viðlíkahaldið kostaði nógv.

Nógv var átrokandi at gera, skuldi skúlin virka, men játtan var ikki til tess. 

Nevnast kunnu fuktarar, sum tryggja, at ljóðførini ikki oyðileggjast, eins og neyðug luftvæta er fyri fólkini, sum eru inni.

Hetta kemst av feili í ventilatiónsskipanini. 

Nógvar ljóðskipanir og ljósskipanir máttu umvælast, og enn er Hátún ikki á tí tøkniliga støði, sum ynskiligt er.

 

 

Stikkkontaktir og elektronisk lás

Stikkkontakir manglaðu nógvastaðni, og fyri at fáa undirvísingina at bera til, var skúlin noyddur at fáa gjørt eyka el-arbeiði. Eisini vóru elektronisku lásini bøtt. 

Eykajáttanin til skúlan var á býráðsfundinum í Havn í gjár. 

Í fundarskránni stendur, at bygningurin hjá Musikkskúlanum vísti seg at hava nógvar manglar og lýti.

Partar av teimum eru enn í einari tryggingarósemju við ráðgevan.

Meirilutin í Tórshavnar býráð samtykti í gjár at geva Musikkskúlanum 2,2 mió. kr. í eykajáttan.

Minnilutin atkvøddi blankt. 

Pengarnir til Musikkskúlan eru tiknir frá býarsavninum og kvøldskúlanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151