Danski tjóðbankin hækkað rentuna

Danski tjóðbankin hækkað rentuna
Rentan í Danmark hækkar 0,6 prosentstig og ikki 0,75 prosentstig, sum ECB gjørdi
Danski tjóðbankin hevur hækkað rentuna 0,6 prosentstig.
 
28.10.2022 - 08:26

Danski tjóðbankin hækkaði í gjárkvøldið rentuna, stutt eftir at evropeiski miðbankin hevði gjørt tað sama.

Men rentan í Danmark hækkar 0,6 prosentstig og ikki 0,75 prosentstig, sum ECB gjørdi.

Orsøkin til tað er, at danska krónan hevur staðið seg væl seinasta árið, skrivar Ritzau.

 

Dýrari at lána

Tað hevur við sær, at sonevnda foliorentan hjá tjoðbankanum er hækkað úr 0,65, upp í 1,25 prosent. Og tað fer at gera tað dýrari hjá bankunum at lána úr tjóðbankanum.

Og so heldur eingin ivi um, at fólk sum lána pengar, mugu gjalda hægri rentu.

Ein fyrimunur kann vera at hava pengar standandi á kontu, tá rentan hækkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109