Sunak tilnevnt ráðharrar

Sunak tilnevnt ráðharrar
Jeremy Hunt heldur fram sum fíggjarmálaráðharri, og Suella Braverman er aftur innanríkisráðharri
Rishi Sunak er nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.10.2022 - 08:42

Bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, hevur tilnevnt teir flestu limirnar í nýggju stjórnini, kunngjørdi hann sjálvur í gjárkvøldið.

Dominic Raab er tilnevndur løgmálaráðharri. Tað er hann, hóast hann ikki hevur verið ráðharri, síðani Boris Johnson legði frá sær.

Jeremy Hunt heldur fram sum fíggjarmálaráðharri, og Suella Braverman er aftur innanríkisráðharri, eftir at hon mátti gevast í starvinum fyri einari viku síðani.

 

Suella Braverman er aftur innanríkisráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Ben Wallace er verjumálaráðharri, og tað var hann bæði undir Boris Johnson og Liz Truss.

Millum ráðharrarnar, sum ikki halda fram, er Jacob Rees-Mogg, sum var ídnaðarráðharri í undanfarnu stjórnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114