Sunak tikið við sum forsætisráðharri

Sunak tikið við sum forsætisráðharri
Truplar avgerðir skulu takast í búskaparkreppuni, sum Bretland er í, sigur Rishi Sunak, sum hevur fingið litið upp í hendur at skipa stjórn
Rishi Sunak heldur sína fyrstu røðu sum forsætisráðharri uttan fyri Downing Street 10 í London seinnapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.10.2022 - 14:55

42 ára gamli Rishi Sunak er í dag tikin í eið sum forsætisráðharri í Bretlandi.

Hetta hendir bara 49 dagar eftir, at floksfelagi hansara, Liz Truss, var tikin í eið.

Tá var tað Elizabeth drotning, sum heitti á Truss um at skipa stjórn. Í dag var tað Charles kongur, sum heitti á Sunak um at skipa stjórn.

Í fyrstu røðu síni sum forsætisráðharri tosaði Sunak um stóru búskaparkreppuna, sum landið er í nú.

 

Rishi Sunak var fyrr í dag hjá Charles kongi, sum heitti á nýggja formannin í Konservativa flokkinum, Rishi Sunak, um at skipa stjórn.

 

Biður um álit

- Hetta merkir, at truplar avgerðir skulu takast, sigur Sunak, sum vísir til tíðina, tá ið hann var fíggjarmálaráðharri undir koronufarsóttini.

Hann biður bretar hava álit á, at hann er rætti maðurin til at leiða Bretland gjøgnum torføru tíðina, sum er fyri framman.

- Álit er nakað, sum tú vinnur tær. Og eg skal gera alt fyri at fáa álit, sigur Sunak.

Hann lovaði at endurreisa búskapin og at fáa tað besta burtur úr møguleikunum, sum hann heldur, at Brexit hevur givið Bretlandi.

 

Jeremy Hunt, høgrumegin, sum Liz Truss, fyrrverandi forsætisráðharri, tilnevndi fíggjarmálaráðharra, heldur fram sum fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá Rishi Sunak. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Hunt heldur fram 

Sunak hevur boðað frá, at Jeremy Hunt heldur fram sum fíggjarmálaráðharri. Hann tók við sessinum 14. oktober, eftir at Kwasi Kwarteng var koyrdur frá sum fíggjarmálaráðharri. 

Tað er framvegis ógreitt, um løgmálaráðharrin, Brandon Lewis, heldur fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114