Nýggjur uttanríkisráðharri: PKK er yvirgangsfelagsskapur

Nýggjur uttanríkisráðharri: PKK er yvirgangsfelagsskapur
Tobias Billstrøm, uttanríkisráðharri í Svøriki, sigur, at hann fer at gera enda á uttanríkispolitikkinum hjá undanfarnu stjórnini
Tobias Billstrøm er nýggjur uttanríkisráðharri í Svøríki.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.10.2022 - 09:08

Nýggi svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billström úr flokkinum Moderaterna, sigur kurdiska felagsskapin PKK vera ein yvirgangsfelagsskap, og hann lovar at gera enda á uttanríkispolitikkinum hjá undanfarnu stjórnini.

Hann sigur, at Svøríki tekur undir við Turkalandi í spurninginum um PKK, sum turkar skíra ein yvirgangsfelagsskap, skrivar AP.

- Vit fara ikki bert at tosa, tá talan er um PKK. Vit taka undir við sjónarmiðinum um, at yvirgangsfelagsskapir ikki sleppa at virka á svenskari jørð, sigur Billstrøm sambært AP.

Fyrr í ár bóðu bæði Svøríki og Finnland um limaskap í NATO, men fyri at fáa Turkaland at játta, gjørdi svenska stjórnin avtalu við Turkaland um, at landið skal stríðast ímóti yvirgangsvirksemi.

Tað er ikki nevnt fyrr, at talan er um felagsskapin PKK skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114