- Tíðindi, mentan og ítróttur
150 skip við korni sleppa ikki víðari

Hóast avtala er fingin um, at korn kann flytast úr Ukraina til lond kring heimin, so tykist tað at vera torført hjá skipunum at sleppa avstað.
Í løtuni liggja minst 150 skip við Istanbul í Turkalandi, sum eru fermd við korni, men sum ikki sleppa víðari, sigur talsmaðurin hjá ST í økinum, Ismini Palla, sambært Reuters.
Myndugleikarnir í Ukraina siga, at tað er Russland, sum roynir at forða skipunum at sleppa avstað, tí Russland hevur kravt, at skipini við korni skulu kannast, áðrenn tey sleppa í altjóða sjógv. Og sambært ukrainsku myndugleikunum, so pjaka russar sær við at kanna skipini.
- Talan er bert um politikk og einki annað, sigur ein talsmaður fyri ukrainska uttanríkisráðið.
Fyrr í oktober sendi Russland kæru til ST um mannagongdirnar, tá korn skal sendast úr Ukraina gjøgnum Svartahavið.