Xi Jingping hevur tryggjað sær eitt valskeið aftrat

Xi Jingping hevur tryggjað sær eitt valskeið aftrat
Xi hevur verið forseti í Kina síðani 2012
Xi Jinping heldur fram sum forseti í Kina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.10.2022 - 14:45

Kinesiski forseti, Xi Jinping, tryggjaði sær í gjár sína triðju setu sum forseti í landinum. 

Xi Jinping hevur verið forseti síðan 2012, og hann var afturvaldur á floksráðstevnuni hjá kinesiska kommunistaflokkinum, ið vardi eina viku, og endaði í gjár. 

Í 2018 broytti Xi Jinping lógina, ið segði, at sami forseti í Kina einans kann sita tvær setur. Sostatt er einki, ið forðar, at Xi Jinping fer at sita á valdinum so leingi, sum hann livir.  

 

Hu Jintao koyrdur á dyr

Tað vakti ans, at undanmaður Xi Jinping, fyrrverandi forsetin Hu Jintao, eftir øllum at døma bleiv tvingaður út úr høllini, har floksráðstevnan var hildin. Hu Jintao sat undir liðini á Xi Jinping, men hann gjørdist kløkkur, tá vaktarmenn komu til hansara at fylgja sær út. 

Hendingin er vorðin ein mynd av, at kinesiski forsetin útihýsir teimum, ið umboða annað enn tað, ið hann stendur fyri. 


Hu Jintao, fyrrverandi forseti í Kina, sum sat beint aftan fyri Xi Jinping, var eftir øllum at døma brádliga koyrdur á dyr á floksráðstevnuni hjá kinesiska kommunistaflokkinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114