- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Sálarkvøl" vann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina
"Sálarkvøl" eftir Eir í Ólavsstovu gjørdi reint borð og vann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina, tá stóra føroyska filmskvøldið var í Norðurlandahúsinum í kvøld.
Við heiðrinum fylgja eisini ávikavist 40.000 krónur fyri Geytan, ið Runavíkar kommuna læt, og 30.000 krónur fyri Áskoðaravirðislønina, ið Tórshavnar kommuna læt. Eir í Ólavsstovu kundi tískil fara heim við 70.000 krónum í kvøld.
Seks stuttfilmar kappaðust um Geytan og Áskoðaravirðislønina.
Ovfarin og ovurfegin
Eir í Ólavsstovu var sum vera mann ovfarin og ovurfegin um heiðurin og virðislønirnar, og hon takkaði øllum, sum høvdu hjálpt sær at gera filmin.
Men tað stóra arbeiðið hevur hon sjálv gjørt, og tað gjørdi Geytavinnarin eisini vart við.
"Eg havi kempað so hart fyri hesum, at eg haldi, at eg havi uppiborið tað," staðfesti Eir í Ólavsstovu stórsmílandi, áðrenn hon eisini sendi høvuðspersóninum í filminum, Elin Josefinu Smith, listakvinnu, ein stóra tøkk.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, handaði Geytan 2022
Heimildarfilmur
"Sálakvøl" er ein heimildarfilmur, ein dokumentarur, um ungdómsvinkonuna hjá Eir í Ólavsstovu Elina Josefinu Smith, listakvinnu.
Tær vórðu vinkonur, men brádliga ein dagin gjørdist Elin sálarsjúk, gavst i skúlanum og flutti til Danmarkar, vinfólkini fingu ongantíð at vita, hvat veruliga hendi.
Filmurin er ein rannsóknarferð aftur í tíðina at finna út av, hvat hendi tá.
Á ferðini kemur fram, hvussu stórt tabu sálarsjúka var fyri 40 árum síðani, og hvussu tøgnin og manglandi vitanin um sálarsjúku, var við til at oyðileggja lívið hjá einari ungari gentu.
Men hóast filmurin er beiskur í støðum, so hendir tað gleðiliga, at vit síggja, hvussu Elin sum frá líður fær vaksandi álit á mammu sína, og vreiðin, sum Elin hevur følt øll hesi árini, byrjar at hvørva.
Vístur í sjónvarpinum
Ein longri útgáva av "Sálarkvøl" er vístur í Kringvarpi Føroya í 2021, og hóast Eir í Ólavsstovu hevur klipt filmin um og broytt ymiskt, so er útgávan, sum varð víst í sjónvarpinum, eisini sterk.
Hjartaliga tillukku Eir.