Svøríki skal upp í Nato sum skjótast

Svøríki skal upp í Nato sum skjótast
Nýggi forsætisráðharrin sigur, at Svøríki fer at hækka verjuútreiðslurnar næstu árini
Ulf Kristersson er nýggjur forsætisráðharri í Svøríki.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.10.2022 - 14:58

Svøríki skal brúka tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuna fyri 2026.

Tað sigur svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, í røðu í dag, sambært danska kringvarpinum.

Málið hjá NATO-samgonguni er, at limalondini skulu brúka í minsta lagi tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuna.

Svenska stjórnin vil, at Svøríki sum skjótast verður limur í NATO-samgonguni. Stjórnin væntar, at øktu útreiðslurnar til verjuna fara at hjálpa svium fram á leið.

Megna sviar at brúka tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni fyri 2026, røkka teir málinum sjey ár fyri danir, sum ætla at brúka tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuútreiðslur í 2033.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114