- Tíðindi, mentan og ítróttur
H71-kvinnurnar kekkiska mótstøðu
H71 fekk kekkiska mótstøðu í triðja umfari av Europa Cup-kappingini hjá EHF, skrivar H71.fo.
Hoyvíkskvinnur komu úr bollanum saman við Slavia Prag, sum smurdi Holon HC úr Ísrael av í seinasta umfari. Samanlagt vunnu kekkarnir, sum spældu báðar dystirnar á heimavølli, 71-36.
Kekkiska høvuðsstaðarfelagið hevur javnt og samt spælt í evropeisku kappingunum síðan nítiárini, og í 2020 rakk Slavia Prag í fjórðingsfinalunum. Felagið hevur vunnið sjey meistaraheiti, seinast í 2010.
Heima ella úti?
H71 skal nú tingast við kekkar um, hvørt báðir dystirnir skulu spælast í Prag ella Hoyvík, ella um liðini fáa ein heimadyst í part. Í undanfarna umfari vann H71 báðar dystirnar ímóti SC Ferlach, sum báðir vóru spældir á útivølli í Eysturríki.
ÍBV av Vestmannaoyggjum, har Ingibjørg Olsen spælir, fekk portugisiska mótstøðu í triðja umfar. Íslendska liðið skal royna seg ímóti Madeira Andebol SAD.
Dystirnir í triðja umfari skulu spælast tvey tey fyrstu vikuskiftini í desember.