Taka ímóti Eysturríki í kvøld

Taka ímóti Eysturríki í kvøld
Føroyar hava spælt tvær ferðir móti Eysturríki í manshondbólti
 
16.10.2022 - 13:42

Fyrsti heimadysturin hjá Føroyum í nýggju EM-undankappingini í manshondbólti verður í kvøld.

Føroyar spæla móti Eysturríki í høllini á Hálsi í Havn. 

Mikukvøldið taptu Føroyar fyri Ukraina á útivølli. Tann dysturin, sum var spældur í Týsklandi, endaði 29-25 til Ukraina. 

Føroyar eru í bólki 4 í undankappingini til EM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í januar 2024. Fjórða liðið í okkara bólki er Rumenia.

Eysturríki vann hóskvøldið 36-32 á Rumenia.

Føroyar hava spælt tvær ferðir móti Eysturríki í manshondbólti. Fyri dysturin varð spældur í KÍ-høllini í Klaksvík í CHM-kappingini í Føroyum í 1980. Tá vann Eysturríki 27-18. Annar dysturin var í CHM-kappingini í Italia í 1984. Tá var úrslitið 26-19 til Eysturríki.

Eysturríki verður hildið at vera sterkasta liðið í okkara bólki, og var við í HM-endaspælinum í Egyptalandi í januar í fjør.

Kringvarpið vísir dystin millum Føroyar og Eysturríki í sjónvarpinum. Dysturin byrjar klokkan 18.00 í kvøld. Sjónvarpið byrjar at senda av Hálsi klokkan hálvgum seks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109