H71 tryggan sigur í Eysturríki

H71 tryggan sigur í Eysturríki
Kvinnurnar hjá H71 vunnu tryggan sigur í EHF Europa Cup-dystinum ímóti eysturríkska SC Ferlach. Í kvøld verður seinni dysturin millum liðini
H71 vann fyrra dystin ímóti Ferlach úr Eysturríki, og nýtt evropeiskt ævintýr hómast
 
15.10.2022 - 12:22

H71 vann við sjey málum á eysturríkska SC Ferlach, og tryggjaði sær gott útgangsstøði til seinna EHF Evropa Cup-dystin, sum verður í kvøld.

Avrikið hjá H71 var sannførandi, og stinna verjuspælið og orkan seint í dystinum vóru avgerandi, skrivar heimasíðan hjá H71. 

Seinni Evropa Cup-dysturin ímóti SC Ferlach verður eisini spældur í Eysturríki, og við sjey máls fyrimuni er nógv, sum bendir á, at kvinnurnar úr Hoyvík fara at spæla seg víðari.

Dysturin er klokkan 18.00 og kann síggjast á live.hsf.fo.

Síðsta kappingarár spældu tær seg allan vegin í fjórðingsfinaluna í kappingini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109