Ajax Keypmannahavn koyrt á húsagang

Ajax Keypmannahavn koyrt á húsagang
Hondbóltsfelagið Ajax Keypmannahavn, har Brandur Halgirsson og Leivur Mortensen hava spælt, varð fyri løtu síðani koyrt á húsagang í Sø- og Handelsretten í Keypmannahavn
 
11.10.2022 - 12:26

Felagið hjá føroysku hondbóltsspælarunum, Brandi Halgirsson og Leivi Mortensen, Ajax København, er farið á húsagang.

Tað hendi fyrrapartin í dag í Sø- og Handelsretten í Keypmannahavn, skrivar TV2 sport.

Niður í fjórðbestu deildina

Húsagangurin hevur við sær, at besta mansliðið hjá felagnum skal niður í fjórðbestu deildina at spæla.

Besta liðið við monnum hevur ligið undir sjálvstøðugum partafelagi, sum hevur tikið sær av rakstrinum, og tað er bert hetta felagið, sum er koyrt á húsagang.

Móðurfelagið og hini liðini eru ikki ávirkað av óskilinum.

Brandur og Leivur leita eftir nýggjum felagi

Í september kom fram, at spælarar í felagnum ikki høvdu fingið alla sína løn, og at teir ikki vóru tryggjaðir. 

Stjórin í partafelagnum, sum rekur besta mansliðið, hevur fleiri ferðir síðsta mánaðin lovað bót og bata, men tað er also ikki eydnast at fáa viðurskiftini í rætt lag.

 - Tað hevur verið øgiliga hart, og sálarliga hevur tað verið strævið. Tað hevur roynt okkara samanhald sum lið, sigur Brandur Halgirsson.

Spælararnir hava fingið tilboð um at verða loystir úr sáttmálanum, og í løtuni leita bæði Brandur Halgirsson og Leivur Mortensen eftir nýggjum felagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109