Jana til bestu donsku deildina

Jana til bestu donsku deildina
Evnaríki hondbóltsspælarin, Jana Mittún, skal spæla við Viborg HK í bestu donsku deildini næsta kappingarár
Full ferð: Jana Mittún skal spæla í bestu donsku deildini næsta ár
 
06.10.2022 - 09:21

Evnaríki bakspælarin úr H71, Jana Mittún, skal spæla við Viborg HK í bestu donsku hondbóltsdeildini næsta kappingarár.

 - Tað er dreymurin hjá mær at sleppa at royna at fara “all-in” sum hondbóltsspælari, sigur hon við heimasíðuna hjá H71.

Jana Mittún hevur skrivað undir trý ára sáttmála, og í fyrstu syftu skal hon spæla hondbólt fulla tíð.

Byggja upp av nýggjum

Jana Mittún, sum er kend fyri sítt góða og kvika gjøgnumbrotsspæl, fer til eitt felag, sum er farið undir at byggja nýtt lið upp.

Tað er partur av orsøkini til, at hon hevur valt júst Viborg, tí onnur feløg lógu eisini framvið.

 - Eg síggi tað avgjørt sum ein fyrimun at gerast partur av nøkrum, sum verður bygt upp, og í øllum førum eri eg spent at sleppa at royna meg sum hondbóltsspælari fulla tíð, sigur hon.

 - Tað er dreymurin hjá mær, at sleppa at royna at fara 'all-in' sum hondbóltsspælari, sigur hon.

Jana Mittún fer at spæla við H71 alt hetta kappingarárið og verður eins og áður ein av lyklaspælarunum hjá hoyvíkingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109