- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jan McIntosh millum átta teir bestu í Evropa
Jan McIntosh sendi ein av favorittunum úr EM-kappingini, tá ið hann kastaði seg allan vegin í fjórðingsfinaluna í Spania
Sterki spælarin úr Havnar Dartfelag legði fyri við at vinna á slovenanum, Sergej Vodicar, og síðan bukaði hann kroatiska Dean Pokos 4-2.
Ole Holtkamp var næstur, og Jan McIntosh vinnur trygt, og hóast hann kemur afturum í fyrsta setti. Síðan vinnur hann á kekkanum, Vitezslav Sedlák, áðrenn ein av stóru favorittunum, Scott Williams úr Onglandi, er mótstøðumaður í dystinum um pláss í fjórðingsfinaluni.
Her vísir Jan McIntosh stórspæl í einum dysti á høgum stigi. Scott Williams spælir væl, men við einum miðali upp á 103,9 vinnur føroyingurin ein minniligan sigur.
Í fjórðingsfinaluni hittir Jan McIntosh finnan, Teemu Harju, og tá gongur ikki longur. Finnin, sum seinni tapir finaluna, vinnur 5-3.
Gott føroyskt úrslit samanlagt
Sum heild letur føroyska landsliðið væl at EM-kappingini. Í tvímansleiki endaðu Jan McIntosh og Uni Árting millum 16 tey bestu, meðan Beinta Joensen spældi seg upp í topp 32.
Samanlagt endaðu føroysku menninir nummar 16 av 41 londum, meðan kvinnurnar endaðu nummar 25 av 34 londum.