Rapparin Coolio deyður

Rapparin Coolio deyður
Amerikanski rapparin Coolio, ið hittaði stórt við "Gangsta's Paradise" í 1995, er deyður í Los Angeles, 59 ára gamal
Amerikanski rapparin Coolio gjørdist einans 59 ára gamal, tí hann var funnin deyður í einum íbúðarbygningini í Los Angeles
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
29.09.2022 - 07:43

Hvørt mansbarn kennist óiva við hittsangin "Gangsta's Paradise", sum amerikanski rapparin Coolio gav út í 1995, og sum var at finna á ljóðbandinum til filmin "Dangerous Minds". Sangurin er vístur meira enn eina milliard ferðir á Youtube. 

Nú er Coolio, sum var doyptur Artis Leon Ivy Junior, deyður einans 59 ára gamal. 

Tað váttar umboðsmaðurin hjá Coolio, Jarez Posey, fyri New York Times og øðrum miðlum, sambært Danmarks Radio. 

 

Enn er ikki upplýst, hví Coolio andaðist, men fleiri kendir rapparar vísa í morgun sína samkenslu á sosialum miðlum, eitt nú Vanilla Ice á Twitter. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977