- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskaútflutningurin vaksin 29 prosent í ár
Fiskaútflutningurin í ár er vaksin 29 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 6,1 milliard krónur. Tað eru 1,4 milliardir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Samlaði útflutningurin fyri fyrstu sjey mánaðirnar er eisini gjørdur upp, og tilsamans er útflutt fyri 6,7 milliardir krónur. Hetta eru 1,6 milliardir krónur, ella 32 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Útflutningurin av makreli er vaksin nógv í tíðarskeiðnum, tí makrelkvotan var fiskað seinni í fjør, enn vanligt er.
Laksaútflutningurin tríggjar milliardir
Laksaútflutningurin heldur fram at vaksa. Í ár er útflutt fyri tríggjar milliardir krónur. Virðið er hækkað 707 milliónur krónur ella 30 prosent. Prísurin er góður, tí nøgdin er minkað 5.000 tons ella 12 prosent.
Gongdin er eisini góð fyri tosk og hýsu. Útflutningsvirðið er hækkað 214 milliónir krónur, ella 42 prosent, fyri tosk og 60 milliónir krónur, ella 63 prosent, fyri hýsu. Nøgdirnar av toski og hýsu eru vaksnar ávikavist 15 og 14 prosent.
Útflutningurin til Russlands er mestsum steðgaður upp. Í juli var útflutningurin 19 milliónur krónur. Hetta er nærum alt brennievni og onnur útgerð til russisk skip, sum bunkra í Føroyum.
&