- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðafólkini í Kalsoynni seta met
Ferðafólkini í Kalsoynni seta met
Serliga í juni vóru ferðafólkini fleiri, 17,4 prosent fleiri enn í juni 2019
16.09.2022 - 08:11
Summarið í ár er betri enn metárið, sum var 2019, tá ræður um ferðafólk í Kalsoynni.
Í summar vóru 6,5 prosent fleri ferðafólk sjóvegis teir fimm mánaðirnar, frá apríl til og við august enn í 2019.
Tað sigur smápartafelagið Visit Kalsoy.
Serliga í juni vóru ferðafólkini fleiri, 17,4 prosent fleiri enn í juni 2019.
Við bussunum hjá Bygdaleiðunum vóru ferðafólkini dupult so nógv í ár. Aðrir bussar eru ikki við í hagtølunum.
Í telduposti til Una Rasmussen, landsstýrismann, vónar Visit Kalsoy, at pengar vera settir í fíggjarlógina til farstøð á Syðradali.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV