Nú verður farið at byggja Húsarhaldsskúlan

Nú verður farið at byggja Húsarhaldsskúlan
Skúlin skal ikki kosta meira enn 57 mió. kr.  Klaksvíkar kommuna letur 21 mió. kr. til byggingina
Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri í Húsarhaldsskúlanum, skriva undir arbeiðstakarasáttmálan um Húsarhaldsskúlan.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
15.09.2022 - 08:26

Í gjár skrivaðu Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri í Húsarhaldsskúlanum, undir arbeiðstakarasáttmála um nýggja skúlan.

Nýggi skúlin verður bygdur í miðbýnum í Klaksvík, har sum gamla kappróðrarneystið er í dag. 

Húsarhaldsskúlan skal ikki kosta meira enn 57 mió. kr.  Klaksvíkar kommuna letur 21 mió. kr. til byggingina.

 

Soleiðis fer nýggi Húarhaldsskúlin at síggja út.

 

36 næmingar

Pláss verður fyri 36 næmingum, sum fara at búgva í skúlanum. 

Nú eru 21 næmingar í skúlanum.

Klaksvíkar húsmøðrafelag stovnaði Húsarhaldsskúlan í 1974. Hann gjørdist sjálvsognarstovnur í 1993.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV