- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara nú at nærlesa dómin hjá landsrættinum
Reiðarafelagið fer nú at nærlesa dómin hjá Eystara landsrætti fyri at vita, um søkjast skal um loyvi at sleppa at royna málið í Hægstarætti.
Tað sigur stjórin í Reiðarafelagnum, Stefan í Skorini, við Útvarpið.
Í Føroya rætti vann Reiðarafelagið. Men í Eystara landsrætti vann Fiskimálaráðið.
Manningar skulu ikki gjalda
Dómurin í Føroya rætti segði, at Fiskimálaráðið gjørdi seg inn á ein galdandi sáttmála millum reiðarar og manningarfeløg við lóg um, at manningar ikki skuldu bera sín part av kvotukeypum á royndaruppboðssøluni í 2016, skrivar Dimmalætting.
Fiskimálaráðið kravdi frídøming. Eystari landsrættur gav Fiskimálaráðnum viðhald.
Reiðarafelagið er dømt at gjalda Fiskimálaráðnum 750.000 kr. í sakarkostnaði.