- Tíðindi, mentan og ítróttur
ALS-gjaldið lækkar og barsilsgjaldið hækkar
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur í dag sent uppskot um broytingar í barsilslógini og í kunngerðini um ALS-gjald til almenna hoyring.
Ætlanin er at hækka hámarkið fyri útgjald úr Barsilsskipanini 2.000 kr., úr 25.000 kr. upp í 27.000 kr. um mánaðin.
Hækkaða útgjaldið verður mett at kosta Barsilsskipanini 5,8 mió. kr., og tí er neyðugt at hækka barsilsgjaldið, sigur Umhvørvis- og vinnumálaráðið.
Hækkingin verður 0,03 prosentstig, og barsilsgjaldið fer úr 0,86 prosentum upp í 0,89 prosent.
ALS-gjaldið lækkar
Samstundis verður ALS-gjaldið lækkað 0,2 prosentstig, úr einum prosenti niður í 0,8 prosent. Henda broytingin er gjørd í samráð við ALS-stýrið.
Samlaða inngjaldið í ALS minkar við hesum 50 milliónir kr. um árið, sigur Umhvørvis- og vinnumálaráðið.
Broytingarnar fáa eftir ætlan gildi 1. januar næsta ár.