14 sáttmálar fara úr gildi um mánaðarskiftið

14 sáttmálar fara úr gildi um mánaðarskiftið
Samráðingarnar við Lærarafelagið og Akademikarafelagið er ikki byrjaðar enn.
Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur tveir sáttmálar eftir at samráðast um í hesum umfarinum.
 
15.09.2022 - 11:12

1.oktober fara 14 sáttmálar, sum Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur við fakfeløg, úr gildi.

Teirra millum eru sáttmálarnir hjá Lærarafelagnum og Akademikarafelagnum.

Veruligar samráðingar eru ikki byrjaðar enn. Tríggir sáttmálar fara úr gildi á nýggjárinum. 

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur tveir sáttmálar eftir at samráðast um í hesum umfarinum.

Annar er við yngru læknarnar, og hin um lærararnar á Vinnuháskúlanum. 

Verandi sáttmáli hjá teimum var galdandi til 1.oktober 2020.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV