- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú búgva 23.000 fólk í Tórshavnar kommunu
Nú búgva 23.000 fólk í Tórshavnar kommunu
Lutfalsliga størsti vøkstur, 4,7 prosent, seinasta árið var í Nes kommunu, sum nú nærkast 1.500 fólkum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/folkatal_0.jpg?itok=zxxQqZ4f)
Nú búgva yvir 23.000 fólk í Tórshavnar kommununi, 43 prosent av fólkatalinum í Føroyum.
Mynd: Hagstovan
13.09.2022 - 08:15
Frá 1.august í fjør til 1.august í ár vaks fólkatalið í 14 kommunum, tað minkaði í 14 kommunum og stóð í stað í einari kommunu, tað var í Fugloy.
Størsti vøkstur í tali var í Tórshavnar kommunu.
Nú búgva yvir 23.000 fólk í Tórshavnar kommununi, 43 prosent av fólkatalinum í Føroyum.
Næststørsti vøkstur í tali var í Eysturkommunu, sum nú hevur 2.300 fólk.
Lutfalsliga størsti vøkstur, 4,7 prosent, var í Nes kommunu, sum nú nærkast 1.500 fólkum.
Eisini var lutfalsliga stórur vøkstur í Eysturkommunu, Eiðis kommunu og Vestmanna kommunu.
Fólkatalið minkaði mest í Hvalbiar kommunu og Sands kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV