- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landbúnaðarstuðul til tríggjar verkætlanir
Landbúnaðarstuðul til tríggjar verkætlanir
Verkætlanirnar skulu fremjast fyri árslok 2023 í samstarvi við Búnaðarstovuna
13.09.2022 - 08:57
Tríggjar verkætlanir hava fingið landbúnaðarstuðul.
Barbara Vestergaard hevur fingið 260.000 kr. til at menna skynsaman hátt at vaska, karða og spinna føroysku ullina.
Jóhan Fagraklett hevur fingið 100.000 kr. til at menna eina luftturkiskipan til gras.
Og Sigga Rasmussen, Nám og Búnaðarstovan hava fingið 565.000 kr. til at gera frálærutilfar um grønmetisframleiðslu.
Verkætlanirnar skulu fremjast fyri árslok 2023 í samstarvi við Búnaðarstovuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV