- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búgva 54.200 fólk í Føroyum
Búgva 54.200 fólk í Føroyum
Áhaldandi vøksturin í fólkatalinum seinastu árini er viknaður nakað seinastu mánaðirnar, sigur Hagstovan
Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto
12.09.2022 - 11:52
1.august búðu 54.200 fólk í Føroyum, 670, 1,3 prosent. fleiri enn 1.august 2021.
Áhaldandi vøksturin í fólkatalinum seinastu árini er viknaður nakað seinastu mánaðirnar, sigur Hagstovan.
Vøksturin millum 2020 og 2021 var 1,5 prosent, ella 0,2 prosentstig størri enn í ár.
Støðan er framvegis tann, at íkastið frá burðaravlopinum er nógv minkað.
Men ein lítil øking í nettoflytingini vigar nakað upp ímóti.
Burðaravlopið er munurin millum fødd og deyð, og nettoflytingin er munurin millum tilflyting og fráflyting.
Hetta seinasta árið er fólkatalið vaksið í 14 kommunum, minkað í 14 kommunum og óbroytt í einari kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV