- Tíðindi, mentan og ítróttur
1300 næmingar í 5. og 7. flokki til landsroynd
1300 næmingar í 5. og 7. flokki til landsroynd
Landsroyndirnar hjá fimta og sjeynda flokki, sum skuldu vera í mai, vera í hesari vikuni
12.09.2022 - 09:54
Í hesari vikuni fara stívliga 1300 næmingar í fimta ella sjeynda flokki fólkaskúlans til landsroynd.
Hetta eru landsroyndirnar, sum skuldu vera í mai, men sum korona útsetti.
Og tað eru royndirnar, sum vóru klárar í mai.
Óbroyttar royndir
Tær eru ikki broyttar, sigur Eyðun Gaard, stjóri á Próvstovuni, við Skúlablaðið.
Ætlanin er at hava landsroyndir í framtíðini á sama hátt sum nú.
Arbeitt verður alla tíðina við at menna uppgávurnar.
Yvirskipað kann landsstýrismaðurin koma við uppskotum um broytingar, tí landsroyndirnar eru ásettar í lóg.
Eyðun Gaard sigur, at landsstýrismaðurin hevur sett ein arbeiðsbólk at endurskoða fólkaskúlalógina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV