Jónas tvey nýggj føroysk met

Jónas tvey nýggj føroysk met
Jónas Isaksen hevur sett nýggj føroysk í ávíkavist 400- og 200 metra renning í DMU-kappingini í Hvidovre um vikuskiftið. Harafturat vann hann kappingina í longdarlopi
Jónas Isaksen saman við venjarunum, Jógvani K. Glerfoss og Debes H. Christiansen
Mynd: Bragdið  
 
11.09.2022 - 14:49

Jónas Isaksen úr Bragdinum hevur um vikuskiftið sett tvey nýggj føroysk met í DMU-kappingini í Hvidovre.

Evnaríki íðkarin tók metini á 400- og 200 metra teininum. Hann átti sjálvur gamla metið á 400 metrum upp á 49,19 sekund, sum hann setti til U18-EM í Ísrael, har hann umboðaði danska landsliðið í frælsum ítrótti.

Nýggja metið er 48,45 sekund, og hann varð við tí danmarksmeistari fyri ungdóm. 

Á 200 metrum eydnaðist eisini at seta nýtt føroyskt met. Tórur Mortensen átti gamla metið upp á 22,43 frá 2019, men Jónas Isaksen rann teinin upp á 22,36 sekund. Hann endaði á triðja plássi.

Í longdarlopi vann Jónas Isaksen danska ungdómsmeistaraheitið. Hann leyp 6,67 metrar; eitt sindur styttri enn hansara besta lop upp á 7,15.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946