- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðleikhús fyri 288 milliónir
Tjóðleikhúsið, sum MAP Arkitektar hava teknað og sum vann arkitektakappingina, fer at kosta 288 milliónir krónur.
Tað vísir ein kostnaðarmeting, sum er gjørd í samband við verkætlanina, og tíðindaportalurin in.fo endurgevur.
Bygningurin í uppskotinum hjá MAP-Arkitektum er góðar 5900 fermetrar, og prísurin fyri hvønn fermetur er sambært kostnaðarmetingini í mesta lagi 49.000 krónur.
Í kostnaðarmetingini skriva MAP-arkitektar, at bygningurin er dýrari at byggja enn aðrir bygningar. Eitt nú tí at har verða nógv høg rúm, sum kosta eyka. Eisini er útgerð og innbúgv dýrari enn til aðrar bygningar. Og harumframt skal ein kjallari gerast, sum kemur at liggja undir vatnskorpuni, og tað ger hann nógv dýrari.
Hinvegin liggur Tjóðpallurin á eini bryggju, sum er har frammanundan, og tí skal lítið og einki jørðarbeiði gerast, annað enn til kjallaran.
Í fermetraprísinum - sum er 49.000 krónur fyri fermeturin - er roknað við øllum, eisini ókendum útreiðslum. Tó eru prís- og lønarvøkstur ikki tikin við, skrivar MAP Arkitektar í kostnaðarmetingini, sum in.fo endurgevur.