- Tíðindi, mentan og ítróttur
Níggju menn bjóða seg fram
Níggju menn bjóða seg fram
Bara menn søktu starvið sum stjóri á Strandferðsluni.
10.09.2022 - 16:00
Níggju umsóknir eru til starvið sum stjóri á Strandferðsluni. Bara menn hava søkt starvið.
Tað upplýsir Fíggjarmálaráðið, nú freistin at søkja starvið var úti á midnátt.
Starvið sum stjóri á Strandferðsluni skal setast 1. oktober. Starvið er áramálssett til fimm ár.
Hilmar Eliasen tók við sum stjóri á SSL 1. juni í 2014. Hann var stjóri í næstan átta ár, til hann fór úr starvinum í apríl mánaða í ár.
Jóhan Petur Abrahamsen hevur verið virkandi stjóri á Strandferðsluni síðani. Hann hevur játtað at halda fram sum virkandi stjóri, til nýggjur stjóri tekur við.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV