- Tíðindi, mentan og ítróttur
32 fosturtøkur í fjør
Í fjør vórðu 32 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er eitt sindur fleiri, enn seinastu átta árini, tá miðaltalið hevur verið um 25 fosturtøkur um árið.
Tað skrivar Hagstovan.
Nú er talið á leið tað sama, sum fyri tíggju árum síðani. Tað er tó framvegis nógv lægri, enn øll árini frá áttatiárunum og fram til 2004.
Og framvegis verða nógv færri fosturtøkur framdar í Føroyum, enn í hinum Norðurlondunum.
Hóast tølini eru smá, er gongdin greið, skrivar Hagstovan. Tølini hava sum heild verið minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum.
Seinnu helvt av nítiárunum vóru fosturtøkurnar í miðal 50. Eftir aldarskiftið vóru tær millum 40 og 45. Síðani 2015 hava umleið 25 fosturtøkur verið framdar í Føroyum um árið, skrivar Hagstovan.