- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rentuhækkingin rakar bæði privatfólk og vinnulív
Evropiski Miðbankin, ECB, hækkaði fyrr í dag rentuna 0,75 prosentstig.
Talan er um størstu rentuhækking, síðani evran kom í 1999. Hækkingin í dag hevur samstundis við sær, at rentan fyri fyrstu ferð í tíggju ár er positiv.
Leiðandi rentan hjá Evropiska Miðbankanum er nú 0,75 prosent.
Christine Lagarde, leiðari í Evropeiska Meginbankanum, tá rentuhækkingin var kunngjørd fyrr í dag. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Malan Johansen, landsbankastjóri, sigur, at rentuhækkingin er so stór hesaferð, tí higartil hava hækkingarnar ikki munað nóg væl, til tess at tálma inflatiónini, sum júst er endamálið við rentuhækkingini.
Hækkingin fer at raka bæði privatfólk og vinnulív.
Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við Maluna Johansen í útvarpstíðindunum: