- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsins partabrøv í Tjaldri verða nú sett til sølu
Tað er grannskoðaravirkið Januar, sum ráðgevur Fíggjarmálaráðnum, nú tilgongdin er byrjað at selja landsins part í P.f.Tjaldri. Parturin hjá landinum er 2,8 prosent av partapeninginum.
Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur sagt við Kringvarpið, at sølan skal avgreiðast skjótast gjørligt.
Sambært Hansi Laksá, stjóra í Januar, er grannskoðaravirkið enn í fyrireikingartilgongdini saman við Fíggjarmálaráðnum. Hann væntar, at partabrøvini verða sett alment til sølu seinni í hesum mánaðinum.
Ætlanin er, at landsins partabrøv í Tjaldri skulu seljast í hesum fíggjarárinum, og væntandi fer sølan ikki at taka so langa tíð, sigur Hans Laksá.
Eigur nógv dótturfeløg
P/F Tjaldur er samtaksfelag, har virksemið í mestan mun er í dótturfeløgum.
Felagið eigur millum annað kapitalpartar í fyritøkunum Sp/f Vindrøkt og Sp/f Føroyska Nummarfelagið. Felagið ger eisini íløgur í onnur virðisbrøv og kapitalpartar.
Virksemið er á ymiskum vinnuøkjum og marknaðum, og er innan sølu, tænastu og menning av útgerð til alivinnuna, fiskivinnuna, orku, KT-veiting og íløgur annars.
Ognin 900 mió. kr.
Í roknskapinum fyri 2021 var samlaða ognin hjá samtakinum 909,3 mió. kr. og eginognin 538 mió. kr. Av hesum áttu minnilutapartar 111,3 mió. kr.
P/F Tjaldur læt 25 mió. kr. í vinningsbýti í 2021, og hevur latið 15-25 mió. kr. í vinningsbýti síðani 2015.
Sambært fíggjarlógini fyri í ár, er virðið á landsins partaprøvum í Tjaldri mett til umleið sjey milliónir kr. Ein partur av fyrireikingararbeiðinum hjá Januar er at koma við tilmæli til Fíggjarmálaráðið, um søluvirðið í dag samsvarar við metingina á fíggjarlógini.