- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi
Breddin: Nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi
Tvey evni eru í sendingini í dag
Mynd: Ritzau Scanpix
08.09.2022 - 09:44
Í vikuni fekk Bretland nýggjan forsætisráðharra.
Men tað er eitt samfelag í stórum trupulleikum, ið nýggi, konservativi leiðarin, Liz Truss, nú skal standa á odda fyri.
Á Breddanum í dag hyggja vit nærri at støðuni í Bretlandi, og hvussu nýggi forsætisráðharrin ætlar at loysa trupulleikarnar, nú hon flytur inn í Downing Street 10.
Í vikuni kom Føroya Arbeiðsgevarafelag við nýggjum bóklingi, har orkusjónarmiðini hjá vinnuni koma til sjóndar. Samstundis sum vinnan vil hava grøna orku, má fokus vera á orkuprísin, heldur vinnan.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV