Breddin: Orðaskifti um føroyska politikkin mótvegis Russlandi

Breddin: Orðaskifti um føroyska politikkin mótvegis Russlandi
Umboð fyri allar flokkar á tingi eru í útvarpsstovuni
Umboð fyri allar flokkar eru í útvarpsstovuni og skifta orð um kríggið í Ukraina og føroyska politikkin mótvegis Russlandi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.09.2022 - 09:24

Russland hevur nú verið í kríggi við grannalandið Ukraina í meira enn hálvt ár. Flestu vestanlond hava sett revsitiltøk í verk móti Russlandi, teirra millum Føroyar.

Men hvønn mun gera revsitiltøkini, sum Føroyar hava sett í gildi? Og hava Føroyar eina moralska ella etiska skyldu at gera meira, enn vit gera ídag, í eini roynd at gera okkara til at steðga krígnum.

Á Breddanum í dag bjóða vit øllum sjey flokkum á løgtingi at gera støðuna upp og kjakast um føroyska politikkin mótvegis Russlandi.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV