Bíða tríggjar mánaðir at skifta mjødn

Bíða tríggjar mánaðir at skifta mjødn
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu
Bíðitíðin á Landssjúkrahúsinum at skifta mjødn er tríggjar mánaðir.
 
06.09.2022 - 09:04

Fólk, sum skulu skifta mjødn, noyðast at bíða í minsta lagi tríggjar mánaðir.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu.

Hann sigur, at á Landssjúkrahúsinum er bíðitíðin í løtuni okkurt um tríggir mánaðir frá ávísing til fyrstu viðtalu. 

Verður avgjørt at fara beint til skurðviðgerð, er bíðitíðin tríggir mánaðir.

 

Tey, sum bíða eftir mjadnaskurðviðgerð í Klaksvíkar sjúkrahúsi, verða viðgjørd í aðru viku.

 

Átta bíða eftir viðgerð í Klaksvík

Í Klaksvík gera tveir læknar, sum vanliga arbeiða í sjúkrahúsum í Noregi og Svøríki, mjadnaskurðviðgerðir í seks vikur um árið.

Í løtuni bíða átta fólk eftir mjadnaskurðviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tey verða viðgjørd í aðru viku. 

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi er bíðitíðin annars í miðal tríggir mánaðir frá ávísing til skurðviðgerð, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur eisini, at allar skurðviðgerðir, sum korona útsetti, eru gjørdar fyri langari tíð síðani.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. mars
Bolero - Alexander Borodin
190013
Sunnudag 30. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
190012
Leygardag 29. mars
TEMAPLÁTAN: 'Back in Black', AC/DC, 1980
189914
Leygardag 29. mars
Jambalaja - 290325
189999
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948