- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsuhjálparar heimild til arbeiðssteðg

Aðalfundurin leygardagin var merktur av støðuni í sáttmálasamráðingunum, nú felagið týsdagin fer undir nýggja semingsroynd á Hotel Føroyum.
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, greiddi limunum, sum vóru møttir á fundinum, frá um samráðingarnar og gongdina higartil.
Eitt nú nevndi hon stóru avbjóðingarnar við, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið krevur skerjing í verkfalsrættinum, afturfyri fyri at felagið fær endurgjald fyri ta óvanligu høgu inflasjónina, ið onnur feløg fingu endurgjald fyri í 2022.
Avreiða ikki verkfalsrættin
Á aðalfundinum var breið semja um, at verkfalsrætturin ikki skal avreiðast. Og verkfall kann spyrjast burturúr, og á aðalfundinum legði nevndin fram uppskot um, at nevndin fær heimild at lýsa arbeiðssteðg, um samráðingarnar ikki bera á mál.
Tað var samtykt, og tí sigur Heilsuhjálparafelag Føroya tað vera við stórari undirtøku frá limunum, at farið verður aftur til samráðingarborðið týsdagin.
Sáttmálin millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fór úr gildi 1. oktober í fjør.