Fosturforeldraskipanin skal eftirmetast

Fosturforeldraskipanin skal eftirmetast
Arbeiðið at eftirmeta fosturforeldraskipanina og alt barnaverndarøkið er í gongd
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.
 
27.03.2025 - 18:45

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvinarmálaráðnum,

Hann torir tó ikki at siga, nær arbeiðið verður liðugt.

Í tíðindunum á døgurða í dag hoyrdu vit forkvinnuna í Fosturforeldrafelagnum, Annlis Bjarkhamar, greiða frá, at tey høvdu sent eina áheitan til landsstýrismannin. 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, vísir á, at arbeiðið at eftirmeta økið er í gongd. 

Í 2023 vóru tað 109 børn, sum vóru sett heiman í Føroyum. 

Hagtøl frá Barnaverndarstovuni vísa, at í 2022 búðu 80 prosent av børnum hjá fosturfamiljum, meðan 20 prosent vóru á stovnum. 

Árið eftir, í 2023, vóru 70 prosent av børnum hjá fosturfamiljum, meðan 30 prosent búðu á stovnum.

 

1734551

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772