Stórt evropeiskt byggifelag stovnað deild í Føroyum

Stórt evropeiskt byggifelag stovnað deild í Føroyum
Norska deildin hjá stóra miðevropeiska byggifelagnum Metrostav hevur stovnað deild í Føroyum
Móðirfelagið hjá Metrostav í Noregi er heimahoyrandi í Kekka
Mynd: Metrostav  
 
05.09.2022 - 11:18

Metrostav í Noreg hevur stovnað deild í Føroyum.

Kapitalurin er 30 milliónir norskar krónur, góðar 22 milliónir føroyskar.

Tveir deildarleiðarar eru, teir búgva báðir í Kekkia.

 

Bora bergholið til Fámjins

Byggifelagið J&K Petersen og Metrostav Norge hava gjørt sáttmála um bergholið millum Ørðavík og Fámjin. 

Metrostav skal bora, tryggja og vatntryggja bergholið.

Móðurfelagið, Metrostav, er eitt stórt miðevropeiskt byggifelag við nærum 5.000 starvsfólkum og verkætlanum í 15 evropeiskum londum. 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV