- Tíðindi, mentan og ítróttur
22 fólk bjóða seg fram til 17 sessir
22 fólk bjóða seg fram til 17 sessir
Umboðsráðsval verður í Ognarfelagi Tryggingartakaranna í hesum mánaðinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_0315.jpg?itok=h18xg7uP)
Umboðsráðsvalið í Ognarfelagi Tryggingartakaranna verður frá 9. til 28. september, og valið er talgilt.
02.09.2022 - 13:12
19 menn og 3 kvinnur bjóða seg fram til umboðsráðsvalið hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna.
17 limir skulu veljast hesaferð.
Valrætt hava tryggingartakarar hjá Betri Trygging, sum hava fastan bústað ella heimstað í Føroyum.
Valið er talgilt, og veljast kann frá 9. til 28. september.
Um miðjan september fáa tey, sum hava atkvøðurætt, bræv við loyniorði og leiðbeining um, hvussu atkvøðast kann á netinum.
Valluttøkan hevur seinastu valini ligið um 34 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV