Búskaparráðið mælir til fíggjarligt regluverk

Búskaparráðið mælir til fíggjarligt regluverk
Búskaparráðið sigur enn einaferð, at í so góðum tíðum sum nú eigur ikki at vera hall í fíggjarlógini hjá landinum og í fíggjarætlanunum hjá kommununum.
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, leggur fram heystfrágreiðingina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.09.2022 - 09:49

Førdi fíggjarpolitikkurin eigur at vera haldførur.

Tað er boðskapurin hjá Búskaparráðnum í heystfrágreiðingini, sum verður løgd fram nú klokkan tíggju. 

Búskaparráðið sigur enn einaferð, at í so góðum tíðum sum nú eigur ikki at vera hall í fíggjarlógini hjá landinum og í fíggjarætlanunum hjá kommununum. 

Í staðin átti tað almenna at sett í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum tálmar almenna útreiðsluvøkstrinum fyri at fáa haldføri í førda fíggjarpolitikkin.

Tað skal koma bæði nú og sum frálíður, tá avbjóðingarnar við teimum støðugt fleiri eldri fólkum gerast veruleiki.

 

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er eisini við til framløguna av heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

2-3 prosent um árið

Eitt slíkt regluverk kann eitt nú ikki loyva útreiðslunum at vaksa meira enn tvey-trý prosent um árið, samstundis sum íløgurnar haldast støðugar. 

Ein avleiðing av verandi fíggjarpolitikki kann gerast tann, at ættarliðið, sum nú er, fer at binda komandi ættarlið við skuld, sigur Búskaparráðið.

Bruttotjóðarúrtøkan er vaksin.

Vøksturin stavar í stóran mun frá størri prísum.

Heystfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum verður løgd fram í Finsen. (Myndir: Bjarni Árting Rubeksen)

 

BTÚ 11,2 prosent í ár

Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur at gerast 11,2 prosent í ár og 2,6 næsta ár.

Hóast føroyingar væl vita, at prísirnir eru størri, og renturnar fara at hækka, sæst ikki nøkur stórvegis broyting í nýtsluni hjá húsarhaldunum, sigur Búskaparráðið. 

Handilsvinnan merkir, at føroyingar aftur eru slopnir uttanlands at ferðast, og tí brúka færri pengar í Føroyum. 

 

Les frágreiðingina her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV