
- Tíðindi, mentan og ítróttur
26 flogfør fluttu føroyskar sjúklingar av landinum í fjør

Í fjør vóru brúkt 26 leigu- ella sjúkraflutningsflogfør, tá føroyskir sjúklingar fóru av landinum til viðgerðar.
Hetta er nógv tað mesta, sum hevur verið brúkt eitt einstakt ár, hóast korona avmarkaði serviðgerðirnar uttanlands í januar og februar í fjør.
Men tá avtornaði vóru eins nógvir sjúklingar í fjør sum metárið 2019.
Tað sæst í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarlógini fyri 2021.
Seint í 2021 fekk Landssjúkrahúsið endaliga avrokning frá donsku regiónunum fyri viðgerð uttanlands í 2020.
Veruleikakendar rokningar
Miðskeiðis í 2021 byrjaðu donsku regiónirnar aftur at senda veruleikakendar avrokningar í staðin fyri ákonturokningar, sum hava verið sendar síðani fyrst í 2019, sigur Heilsumálaráðið.
Seint í 2021 fekk Landssjúkrahúsið endaliga avrokning fyri viðgerð uttanlands í 2020. Hon var góðar tríggjar milliónir krónur minni enn væntað.
Landssjúkrahúsið hevur strongt á at fáa avrokningar meira rættstundis, sigur Heilsumálaráðið eisini.
Í fjør vóru stívar 134 mió. kr. Brúktar vóru slakar 8 mió. kr. færri, ella stívar 126 mió. kr.